Reglugerðirnar eru ávegis (omanfyri eru tær hjá FSS)

Føroya Styrkisamband – váttan í samband við lyftiloyvi

Sum limur av einum felag í Føroya Styrkisambandi (FSS) vátti eg hervið, at eg teir seinastu 12
mánaðarnar hava yvirhildið og frameftir fari at yvirhalda tær til eina og hvørja tíð galdandi
reglurnar ásettar av Ítróttasambandi Føroya (ISF) og altjóða styrkiítróttarsambondunum, sum
eru viðkomandi. Hesi eru International Weightlifting Federation (IWF), International
Powerlifting Federation (IPF) og World Kettlebell Sport Federation (WKSF).
Eg lati meg kanna til allar kanningar, ið FSS og ÍSF áleggja, herundir kanningar hjá teimum
altjóða sambondunum. Hetta ger seg bæði galdandi í og uttanfyri kapping. Ein noktan at lata
pissiroynd ella aðrar líknandi royndir verður roknað sum ein noktan at lata seg kanna fyri
doping í mun til reglurnar hjá ÍSF.
Um eg innanfyri hetta tíðarskeiðið ella seinni loyvistíðarskeið verði funnin sekur í at bróta
omanfyri nevndu dopingásetingar, forplikti eg meg til at rinda FSS fyri tær útreiðslur, ið FSS
møguliga hevur havt av mær ísv t.d uttanlandsferðir, venjingarlegur, stuðul til útgerð og
annað mangt seinastu 12 mánaðarnar áðrenn brotið á dopingarreglurnar. Eg skilji eisini, at
eitt brot á dopingreglurnar hevur við sær, at tey føroysku metini, sum eg seti, eftir at hava
skrivað undir upp á hetta skjalið, verða strikað.
Einoghvør ósemja ímillum meg og FSS um tulking av omanfyri nevnda, um støddina av gjalding
av omanfyri nevndu upphæddunum, herundir sekt, ella í síni heild tulking av spurningum í
mun til hetta skjal, kann verða løgd fyri gerðarætt i mun til tær reglur, sum til ta tíð eru
galdandi fyri gerðarætt. FSS og eg útnevna hvør ein gerðarættarlim innan 14 dagar eftir
móttøku av fráboðan um, at hin parturin hevur valt gerðarættarlim. Limirnir velja ein
uppmann, sum skal vera púra ótengdur at báðum pørtum. Partarnir rinda hvør sín part av
útreiðslunum til ‘sín’ gerðarættarlim. FSS rindar samsýning til uppmannin og møguligar
útreiðslur isv gerðarættarviðgerðina